Jens Marni í danska Grand Prixnum

Jens Marni Hansen skal syngja sang í danska Tónleika Grand Prixnum. Sangurin eitur Gloria, og ein av sangskrivarnum er Noam Halby, sangari í Johnny DeLuxe Leygarkvøldið 6. februar verður danska Tónleika Grand Prixið hildið í Aalborg, og ein av teimum 10 solistunum í kappingini er kollfirðingurin Jens Marni Hansen.

 

Hann skal syngja sangin Gloria, har ein av sangskrivarnum er Noam Halby, sangari í Johnny DeLuxe. Sangurin er ein popputur rocksangur.

 

- Eg havi verið tónleikari í Føroyum í 22 ár og vil gjarna koma víðari við mínum tónleiki. Tað er avmarkað, hvussu nógv víðari eg kann koma í Føroyum, so her var ein møguleiki, sum eg tók av, sigur Jens Marni Hansen við heimasíðuna hjá DR.