Eftir midnátt í annaðkvøld verður almennur dansur í nýggju hølunum hjá Dansifrøði í Gundadali, tá Jens Marni Band fara á pallin. Í annaðkvøld verður høvi at hoyra og dansa eftir tónleiki hjá Jens Marna Band.
Eftir jólaborðhaldið, sum er í Dansifrøði í annaðkvøld, verður almennur dansur á midnátt og úteftir.
Tað verður kendi tónleikarin, Jens Marni og hansara fólk, sum fara á pallin.
Jens Marni er maðurin, sum hitaði upp til konsertina hjá Bryan Adams á Tórsvølli, og tað var eisini hann, sum fyrr í ár var við til danska Melodi Grand Prix.