Jens Marni & Eyðun Nolsøe í Keypmannahavn

Leygarkvøldið fara Jens Marni Hansen og Eyðun Nolsøe at spæla á Skarv Tveir harrar, sum elska at undirhalda, og sum kunnu fáa lív í eitthvørt dansigólv. Teir hava spælt saman við flestu tónleikarum í Føroyum, men er hettar bara aðru ferð, teir báðir spæla saman. Teir báðir fara at spæla alt frá føroyskum landaplágum, til rock og pop coverløg.

Fríggjakvøldið spælir Jens Marni einsamallur á Skarv.