Hann hevur hitað upp fyri Bryan Adams, hann hevur hitað upp fyri Bon Jovi, hann hevur luttikið í Eurovision og nú fer hann at seta lív í á ársins konsertdegi í Vágsbotni 28. juni 2014.
Líka síðan hann sum gittarleikari í Kjølar lat munnin upp og sang “Paying“, hava føroyingar elskað ráu røddina hjá Jens Marna.
Í bólkum sum Kjølar, All That Rain og Showmenn hevur Jens Marni spælt seg beint inn í hjørtini á føroyingum, og seinastu árini hevur rokktrubadururin úr Kollafirði við tveimum soloútgávum spælt seg upp millum tey allar størstu tónleikanøvnini í Føroyum.
Tí verður Jens Marni sjálvandi við á ársins konsertdegi í Vágsbotni.
Umframt Jens Marna fara eisini L.O.C., Barbara Moleko, Return, Killer Queen, Swangah, Byrta, Momo og Laila av Reyni og fleiri onnur á pallin henda dagin.