Jens Lisberg og Bergur Godtfred á Asfalt

Einki serligt av fólki var komið saman, at hoyra Jens Lisberg og Bergur Godtfred og meirilutin av teimum, sum vóru har, vóru í eldra endanum av festivalgestunum.

 

Jens og Bergur spældu akustiskt country og hóast fleiri sóu út til at njóta tað, kann eg ikki siga tað sama. Hóast ein viss charma kann vera við at vera niðri á jørðini og spontanur í konserthøpi, so helt eg framførsluna hvørki vera charmerandi ella serliga góða. Teir sótu, Jens og Bergur báðir, við tekstum (og akkordum?) á nótastativi frammanfyri sær og fekk hetta teir, snøgt sagt, at síggja enn meira ófyrireikaðar út enn teir ljóðaðu ? umframt hetta havi eg altíð hildið tað verið løgið, at fólk ikki leggja so frægt í framførslu og áhoyrarar, at tey kunnu læra seg sangin uttanat, men mugu hava tekst og akkordir frammanfyri sær. Høvdu teir nakrantíð trenað saman áðrenn framførsluna?

 

Eisini stóð illa til ímillum sangirnar. Teir komu báðir við óneyðugum viðmerkingum og óstuttligum skemtisøgum. Tað er eitt mark ímillum kitschutan hugna og bygdasliga katastrofu ? fyri mítt viðkomandi, var her talan um tað seinna.

 

Arni Zachariassen