Fyrrverandi Sputnikkarin og frálíki undirhaldarin Jens Lisberg spælir leygardagin kl. 16.00 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Saman við Berguri Godtfred og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kristian Blak"$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ fer Jens Lisberg at spæla løg av nýggju dupultu savnsfløguni hjá sær.<BR>
Savnsfløgan er fyrsta fløguútgávan hjá hesum vælumtókta sangara og lagskrivara. Talan er um dupultfløgu við ikki færri enn 40 løgum. Hon er júst komin í handlarnar.
Á fløgunum eru løg av bondum, sum Jens hevur gjørt seinastu 24 árini. Jens hevur verið sera virkin bæði sum einstaklingur og sum limur í bólkinum Sputnik. Sputnik gav t.d sjey bond út. Tey flestu vóru stak væl umtókt, men einki av hesum er komið á fløgu. Tí kemur savnsfløgan ikki eina løtu ov tíðliga.
Millum útgávurnar hjá Sputnik var eitt jólaband, ið kom út í 1991. Tí vera ivaleyst jólatónar at hoyra millum løgini í miðlahúsinum leygardagin.
Miðlahúsið hevur seinasta hálva árið vunnið sær pláss, sum eitt livandi hús í Tórsgøtu við tí væl umtókta Trapputinginum, fundum av alskyns slag og konsertum við føroyskum og útlendskum einstaklingum og bólkum. Leygardagin skrivar ein tann størsti undirhaldarin, ið Suðuroyggin hevur fostrað seg á listan yvir tey, ið hava verið við til at gera Miðlahúsið til ein mentanarmiðdepil mitt í Havnini.










