Jens Kristian mintist aftur á góðar landsliðsdagar

(Frá Rás2) Jens Kristian Hansen mintist aftur á 44 landsdystir og tey trý málini hann skoraði fyri Føroyar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við gomlu landsliðshetjuna, Jens Kristian Hansen í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.

 

Jens Kristian Hansen spældi 44 landsdystir fyri Føroyar báðumegin aldarskiftið. Í 1995 skoraði hann ímóti San Marino á Svangaskarði, tá Føroyar vunnu 3-0. Í 2001 skoraði hann sigursmálið ímóti Luksemborg á Svangaskarði uppá brotsspark, men mest minniliga málið kom ímóti Spania á útivølli í 1997, tá Føroyar taptu 1-3 í Gijon. Róð var aftur til hesar minniligu løturnar. 

 

Á neiligu síðuni var eisini nomið við útidystin í Sveis í 2000, tá Jens Kristian Hansen gjørdi brotsspark, og var vístur av vøllinum. 

 

Jens Kristian Hansen fer niðan at stuðla landsliðnum til dystin á Tórsvølli í kvøld, og hann hevur vónir um at Føroyar fara at standa seg væl í dystinum.