Jens Kristian fer til Skotlands

Fótbóltur: Ein av komandi døgunum fer Jens Kristian Hansen aftur til Skotlands, har hann í seinastu viku vandi við Ayr United. Hesu ferðina verður steðgurin tó drúgvari, við tað talan nú er um eitt leigumál

Í seinastu vikuni kundi Sosialurin bera tey boð, at liðformaðurin hjá B36 og føroyska landsliðnum, Jens Kristian Hansen, var biðin um at koma til Skotlands, har hann skuldi venja og spæla við Ayr United, sum liggur í næsfremstu skotsku deildini.

Talan var tá um eitt uppihald, sum var eina viku til longdar, og skuldu báðir partarnir nýta høvið til at finna út av, hvørt talan skuldi gerast um eitt víðari samstarv.

Nú tykist tað so vera greitt, at partarnir eru nøgdir við tað, sum teir hava sæð, og fer Jens Kristian í næstum til Skotlands, har hann so skal royna at geva sítt íkast, soleiðis at Ayr kann ota seg longur upp á stigatalvuni, har teir í løtuni liggja sum nr. 3 frá botninum.

Frammanundan hevur Ayr eisini føroyska landsliðsmálmannin í hópinum, og og eins og hjá Jens Martini Knudsen, so verður tað í fyrsta umfari talan um eitt leigumál, tá Jens Kristian fer til Skotlands.

Eftir ætlan skal Jens Kristian so koma aftur til B36, tá føroyska kappingin fer í gongd, men um so verður, at báðir partar eru sinnaðir at leingja samstarvið, so er sjálvandi einki til hindurs fyri hesum.


Gott fyri leikaran

Kristian á Neystabø, formaður í B36, tykist ikki á nakran hátt at harmast um, at Jens Kristian nú fær møguleikan at royna seg uttanlands.

Tá talan í fyrsta umfari bert er um eitt leigumál, meir Kristian, at hetta bert kann vera til fyrimuns fyri B36, við tað at hetta bara skuldi viðført, at leikarin verður betri fyri, tá farið verður undir heimligu kappingina.

Kristian hevur eisini áður fýlst á, at føroysku leikararnir liggja í dvala ov leingi, nærum helvtina av árinum, og at hetta viðførir, at framgongdin ikki gongur so skjótt, sum hon kundi gjørt.

Verður tað so aktuelt, at skotska liðið og Jens Kristian semjast um at leingja samstarvið, vilja vit sjálvandi ikki leggja forðingar fyri, men tað er klárt, at tað er ein missur fyri lið okkara, um so verður. Verður hetta støðan, fara vit ivaleyst at leita eftir styrki aðrastaðni frá, men so leingi, sum einki er avgjørt, gera vit ikki meira við málið.