At B36 hevði nakað av fráveru í hópinum sást á beinkinum til dystin sunnudagin. Millum menninar her var nevnliga Jens Kristian Hansen, sum annars gavst á besta liðnum fyri trimum árum síðani. Í ár hevur hann soleiðis bert hugnað sær í 3. deild, har hann vann silvur fyri viku síðani. Men hesa ferð hevði Heðin Askham heitt á 37 ára gamla veteranin um at taka eitt lítið tak afturat.