LANDSLIÐIÐ
Tjúgu spælarar fáa í dag landsliðsboð. Ætlanin er, at landsliðið skal vera saman frá mikudegnum av. Dysturin ímóti Skotlandi verður annan leygardag klokkan 15 á Svangaskarði, og landsliðið skal halda til í hølunum hjá Tryggingini í Runavík.
Spælararnir hava saman við boðunum fingið at vita, at tveir teirra verða sáldaðir frá nú mánadagin. Kanska verður tað ikki neyðugt at brúka sáldið, tí tað er møguleiki fyri, at onkrir spælarar verða noyddir at geva avboð tí teir ikki eru nóg væl fyri.
Pól Thorsteinsson og Helgi L. Petersen eru millum úttiknu spælararnar. Hvørgin teirra spældi við NSÍ ímóti EB/Streymi. Boð eru eisini eftir veteraninum Jens Kristiani Hansen. Hann var á B36 liðnum ímóti TB. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var við í landskappingardysti í ár. Sunnudagin skal B36 á Svangaskarð. Eftir dystin ímóti B68 fer at verða staðfest, um Jens Kristian Hansen er nóg væl fyri at spæla landsdyst. At venjarin hevur sent boð eftir honum er staðfesting av, at veteranurin og fyrrverandi liðformaðurin framvegis er høgt í metum.
Ytstu ódnirnar
Eingin ivi er um, at ætlanin er at brúka Jens Kristian Hansen á ytsta verjuplássinum í vinstru. Ímóti Liktinstein var Arnbjørn Danielsen á hesum plássinum. Tað verður hann ikki ímóti Skotlandi. Arnbjørn hevur ikki fingið landsliðsboð hesa ferð. Tað hevur Súni Olsen, sum eftir úttøkuna ímóti Liktinstein gav avboð, heldur ikki fingið.
Harafturímóti eru boð aftur send eftir Sjúrði Jacobsen. Vinstrabeinti NSÍ maðurin var ikki á upprunaliga manningarlistanum ímóti Liktinstein. Hann fekk kom við, tá aðrir góvu avboð, hann spældi eina løtu, og úttøkan hesa ferð bendir á, at Sjúrður er komin longri inn í landsliðshitan.
Jóhannis Joensen var heldur ikki millum teir fyrstu átjan ímóti Liktinstein. Men hann kom úr fýra manna eykaliðnum og uppí átjan manna liðið, tá aðrir góvu avboð. Jóhannis var í høgra verjuborði, og avrikið hjá manninum, sum so ofta hevur sitið á beinkinum, tykist venjarin hava verið so mikið væl nøgdur við, at Jóhannis Joensen nú má metast sum møguleiki at vera millum teir fyrstu ellivu ímóti Skotlandi. At hann er stórur og strekur telur sjálvandi rætta vegin, tá havt verður í huga, at tað er Skotland, sum tað skal spælast ímóti.
Hitt valið til høgra verjuplássið má metast at vera Pól Thorsteinsson. Hann má ivaleyst metast sum favorittur til plássið, um hann verður tøkur. Pól hevur verið skaðaplágaður. Sunnudagin fer NSÍ at spæla á Skála, og tá skal Pól til landsliðspróvtøku.
Gamlir kenningar
Nýggju menninir, sum vóru við ímóti Liktinstein, hava ikki fingið boð hesa ferð, tá sæð verður burtur frá Sjúrði Jacobsen.
Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen eru málverjar. Útispælararnir eru Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Jón Rói Jacobsen, Pól Thorsteinsson, Jóhannis Joensen, Sjúrður Jacobsen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg, Hjalgrím Elttør, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Sámal Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni, Helgi L. Petersen, John Petersen, Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen.
Mánadagin verða tveir spælarar sáldaðir frá, um eingin verður noyddur at geva avboð. Býtið av úttiknu spælarunum millum ymsu keturnar kundi bent á, at í hvussu so er ein miðvallari verður annar av teimum, sum fara at verða sáldaðir frá.