Jens Lisberg er aktuellur við nýggjari fløgu, ið nevnist Hope. Og tað skal sigast beinanvegin, at her er ein dygdargóð fløga og hetta er country av fyrstu skuffu. Ikki lættusoppur, men country, so sum tað einaferð var, og sum gongur beint inn og rørur okkurt í teim flestu. Antin teir streingirnar, ið fegnir leika og dansa við, ella meira sorgblíðu hjartastreingirnar, ið meira eru til sorgblíðar tónar.
Tað eru 12 løg á fløguni. Jens eigur seks teirra og millum hini finna vit slagarar og kenningar sum t.d. Walk On By, men onnur heiti eru t.d. My Jesus og Father Along.
Her er bæði tað lætta og tað álvarsliga.
Millum heitini á sangunum hjá Jens er t.d. Hope, Undrandi eg standi her og My Special Woman.
Við øðrum orðum eru her bæði kærleikssangir til Guð og lívið og eisini kærleikssangir til hina einasti einu.
Kramm
Birgir Kruse hevur skrivað rámandi tekst í fløguhúsan, har tónleikalív, lívsleið og lagna verða stutt, men sera væl, lýst.
Jens Lisberg er maðurin, sum hevur verið við í mong, mong ár, og kvøðuljómahittini, ið hann leggur rødd til, eru ikki so fá.
Tað var saman við bólkinum Sputnik av Tvøroyri, at alt byrjaði í 1975. Og hetta helt á til 1991. Eftir hetta royndi Jens seg á egnum beinum og tað gekk eisini.
Feigdin vildi tó, at støðgur kom í. Jens misti ein son í ferðsluvanlukku og hetta rakti familjuna hart. Tey fluttu av Tvøroyri til Havnar. Lítið hoyrdist til Jens, til aftur bragdaði, og so komu vældámdu gallakonsertirnar, har hann og dótturin Kristel bergtóku.
Fyri ikki so langari tíð síðani kom so savnsfløga frá Jens og nú er hann endiliga aftur í gongd og er á gøtuni við nýggjum tilfari – nýggjari fløgu.
Og hvat er tað ikki gleðiligt, tí maðurin hevur eina sera góða rødd og hon er eisini eyðkend og føroyingar fara í hvussu er ikki skeivir, tá teir hoyra Jens Lisberg. Hann hevur ljómað í føroysku stovunum sunnudagar – og aðrar dagar – í áravís. Her er ein rødd, sum vit kenna.
Og tað er eisini soleiðis við Jens, at ein veit hvat ein fær. Tað er country, ella okkurt sum er í familju við hesa sjangru. At seinnu árini so hava verið troubadourkend merkir ikki, at hann púra hevur skift stíl, tí country er so mangt – tað er jú fólkatónleikur úr Amerika. So einfalt er tað.
Gott
Men Jens hevur fingið sær góðar kreftir afturat sær, nú hann aftur ger um seg av álvara. Tí tað er veruliga álvari aftanfyri hesa fløguna, tað ivast ein ikki í, tá ein hoyrir hana og tá ein lesur í húsanum.
Hetta er eitt vælaverk í allar endar og kantar. Og so kann tað gera tað sama, um ein dámar sjangruna, ella ikki. Seks egin løg, fimm kendir útlendskir sangir og ein fosturlandssangur. Hetta er Jens á nýggju fløguni. Og tað er ikki so stór broyting frá tí, ið vit kenna hann fyri.
Broytingin liggur í, at tað er gott at hoyra Jens aftur av nýggjum og við nýggjum. Og við so góðum undirlag, sum ein kann ynskja sær, og sum góða røddin eisini hevur uppiborið.
Her er vælspældur tónleikur og røddin er hin sama. Góð og eyðkend.
Jens telist heilt víst ikki bara millum kendastu og royndastu sangarar og troubadourar í Føroyum. Hann telist eisini millum teir bestu. Um vit í Føroyum høvdu eitt harkalið, sum tey í Amerika hava Willie Nelson og teir, so hevði Jens Lisberg verið sjálvskrivaður millum hesar og í høll teirra kendu (Hall of Fame).
Men enn eru vit ikki komin hagar, at eitt all-stars band er savnað, har teir ella tey royndastu, kendastu og bestu vísa hvat tey duga og hví tey eru millum stjørnurnar. Men kanska er hetta á veg, nú vit hava havt modernaðan tónleik og plátu- og fløguútgávu í eini 50 ár í Føroyum.
Jens Lisberg prógvar við nýggju fløguni, at hann er líka góður sum altíð. Um ikki nógv betri, tí góðskan á fløguni er so góð.
Fløgan er verd allar pengarnar. Bæði vegna tónleikin, sangirnar, høvuðsrøddina og húsan, ið er áhugaverdur. Heitið á fløguni, Hope, er sigandi, tí her er veruliga vón. Jens er sutt sagt betri enn nakrantíð.
Tað kann sigast stutt og greitt, fyri ikki at møða lesaran: Jens is Back!!!
Fakta
Jens Lisberg, nýggj fløga, ið nevnist Hope
Aðrir tónleikarar:
Jákup Zachariassen
Ólavur Øster
Kim Hansen
Rógvi á Rógvu
Kristoffur Mørkøre
Sigga M. Hansen
Barbara á Tjaldrafløtti
Jákup Zacariassen produseraði og Kristoffur Mørkøre ljóðblandaði.
Upptikið í Kris-Stuff Studio.
Tekst: Birgir Kruse
Myndir: Fróði Sandoy
Húsi: John Dalsgarð, Gramar
Útgáva: Tutl