TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við ein sigurssælan verjuspælara hjá NSÍ, Jens Joensen, sum skeyt tað, sum kann blíva ársins mál í effodeildini í ár, tá hann saksaði bóltin í netið til 6-1 til NSÍ.
Sjálvur er Jens Joensen ikki í iva: Hatta var ársins mál, slær verjuspælarin fast. Jens Joensen hevur hug at samanbera minniliga málið hjá sær við minniliga saksasparkið Wayne Rooney skoraði fyri Manchester United ímóti Manchester City fyri nøkrum árum síðani.
- Vit eru komnir í gongd nú, og nú steðga vit ikki aftur, staðfestir Jens Joensen.