Í ár bjóða Sørvágs Country- & Bluesfestivalur til íslendskt blues, Jim Reeves og the Eagles.
Úr Íslandi kemur Kristján Kristjánsson við bólki, og kallað teir seg KK-band.
- Teir spæla up-tempo tónleik sum flirtrar við Blues, Bluegrass, Country, Rock og Rockabilly við onkrari balladu inn ímillum, skrivar Súni Selfoss.
KK-band eru væl umtóktir í Íslandi og hava fingið fleiri enn 20 gull-, platin-, og multiplatin heiðurslønir og hava vunnið tvær íslendskar tónleikavirðislønir.
Nu vísir tað seg, at Kristel Lisberg ikki verður einasti Lisberg á palli í Sørvági. Pápin, Jens Lisberg, hevur ikki verið so virkin í nøkur ár, men hevur aftur verið á palli í seinastuni, serliga við sínum tulkingum av løgum hjá Jim Reeves. Festivalurin í Sørvági hevur eisini lokkað hann vestur hagar, og fer hann tá at framføra bæði løg hjá Jim Reeves og annan nýcountrytónleik.
Jim Reever er ikki einasta gamla stjørnan, ið fær uppmerksemi í Sørvági í summar. Bólkurin Chill hevur lovað at spæla tónleikin hjá teirra hetjum, The Eagles.
- Vit í Chill eru sera spentir og stoltir yvir at fáa møgulleikan at framføra eitt Eagles show til Country Festivalin í ár. Vit eru allir svornir Eagles fjepparar, og hava altíð verið bergtiknir av arrangementunum í løgunum hjá Eagles.
- Chill hava spælt nógv til dans og onnur tiltøk seinastu 7 árini, og fleiri av limunum teljast ímillum royndastu tónleikarar í Føroyum, og eru limirnir m.a. kendir frá bólkum sum Ikaros, Plúmm, Kjølar og All That Rain, skrivar Súni Selfoss í tíðindaskrivi.
Sørvágs Country- og Bluesfestivalur verður 5. og 6. juni.