Jens, Jim og Elvis í Mentanarhúsinum

Leygarkvøldið 23. november verður stór countrykonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Jens Lisberg fer saman við dóttrini, Kristel, at syngja

Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur longu verið karmur um fleiri konsertir. Og leygarkvøldið 23. november er aftur ein konsert á skránni. Tá verður tað Jens Lisberg, sum fer á pallin saman við dóttrini, Kristel, og saman fara tey at syngja nógvar góðar og kendar sangir.
Jens Lisberg er millum annað kendur frá bólkinum Sputnik, men sjálvt um Sputnik ikki er til longur, sum er Jens Lisberg framvegis frammi sum sangari.
Konsertskráin hetta leygarkvøldið verður sera víttfevnandi. Millum annað verða løg hjá Jim Reeves, Patsy Cline, Elvis Presley og Whitney Houston at hoyra. Og saman við teimum báðum, Jens og Kristel, verður eisini ein tónleikarabólkur, við nøkrum av fremstu tónleikarunum í Føroyum.
Bólkin manna Edvard Nyholm Debess bassgittar, Ólavur Øster, gittar, Rógvi á Rógvu, trummur, Stamen Stanchev, synthezeisara, Kim Hansen spælur klaver og Petur Hermansen á steel-guitar. Og í kórinum syngja Ruth Skarðenni, Randi Fjalsá og Barbaru á Tjaldrafløtti.
Grundin til, at henda konsertin verður, er at fyrr í vár var konsert í Læraraskúlahøllini í sambandi við, at 30 ár eru liðin, síðani Jens Lisberg byrjaði at undirhalda. Tí varð heitt á tvørámannin at taka hetta væleydnaða tiltakið uppaftur.

Mynd: Jens Lisberg fer saman við dóttrini Kristel á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 23. november