Nýggjur bátur
Hósdagin um 16.30-tíðina legði nýggi trolbáturin, sum Jens Jacob Olsen hevur keypt úr Danmark, fyri fyrstu ferð til bryggju á Toftum.
Skipað varð fyri móttøku og kommunuskrivarin, Alfred Olsen, sum eisini er løgtingsmaður, helt røðu. Nógv fólk var samankomið á bryggjuni, og tá ið formella móttøkan var liðugt, bjóðaði eigarin fólki umborð at síggja bátin.
Nýggj Randi
Jens Jacob hevur verið íðin fiskimaður í mong ár.
Í 1979 keypti hann fyrsta útróðrarbátin, sum var ein 20 tonsari. Tey fyrstu árini royndu teir bara við línu, men í 1983 fóru teir eisini at trola um summarið.
Í 1990 skifti hann 20-tonsaran út og keypti sær annan bát, sum hann hevur havt øll árini síðan. Í dag er hesin báturin á sølulista, men er ikki seldur enn, nú tann nýggi báturin er komin og fer til fiskiskap um einar 14 dagar ella tríggjar vikur.
- Fram til 1990 royndu vit við línu um veturin og við troli um summarið, men árini síðan hava vit bara roynt við troli ? á landleiðini um summarið og uttanfyri hin partin av árinum, sigur Jens Jacob.
Nýtt arbeiðsdekk
Stálbáturin, sum nú fer at loysa gomlu Randi av, er 15 ára gamalur.
Hann hevur verið heimahoyrandi í Íslandi í 13 ár og seinastu tvey árini í Danmark, haðani Jens Jacob keypti hann.
Nýggi báturin er 19,52 metrar langur og 5,89 metrar breiður. Maskinan er ein 402 hk. Caterpillar.
Báturin fær loyvini hjá gomlu Randi.
Síðan Jens Jacob keypti bátin, 26. oktober 2004, er hann vorðin yvirdekkaður og sandblástur á skipasmiðju í Skagen.
Nú hann liggur við bryggju á Toftum, sær hann út sum nýggjur.
- Arbeiðsdekkið, sum er frammanfyri troldekkið, verður eisini gjørt av nýggjum, og hetta arbeiði tekur FJM í Runavík sær av.
Hann sigur, at arbeiðsdekkið stendur liðugt inni á maskinverkstaðnum og verður nú sett upp umborð.
Jens Jacob væntar, at nýggi báturin verður klárur at fara til fiskiskap um einar tvær ella tríggjar vikur.
Vælnøgdur eigari
Eigarin sigur, at hann er sera væl nøgdur við bátin.
- Nú vit komu upp úr Danmark, høvdu vit sjaskveður tann eina dagin, men eg má siga, at báturin skikkaði sær ógvuliga væl í sjónum.
Hann væntar, at hetta verður ein góður bátur.
- Arbeiðsumstøðurnar og manningarumstøðurnar umborð kunnu slett ikki samanberast við tær umborð á gomlu Randi. Hetta verður nakað heilt annað, sigur Jens Jakku.
Hann væntar, at nýggja Randi fer at standa í umleið 5 miljónum krónum, tá ið klárt er at loysa.
- Hetta ljóðar kanska ikki so nógv í mun til, hvat nýgg skip av hesi støddi kosta, men eg haldi, at hetta er nóg mikið, sigur Jens Jacob Olsen, sum kortini er fegin um keypið, hann hevur gjørt.
Umborð á Randi verða 4 mans, men um summarið verða seks mans knýttir at bátinum.