TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jens Hera Bolstad Mortensen og Sigmund av Teigum hjá Fleyr beinleiðis á FM1 aftaná, at Jens Heri og Sigmund saman við liðfeløgunum høvdu tapt 0-3 ímóti Mjølnir á útivølli.
Jens Heri og Sigmund eru sera vónsviknir og halda, at Fleyr kann gera tað væl betur enn hetta. Jens Heri heldur, at tað er bara í triðja setti, at Fleyr vísir hvør dugir er í teimum: - Tá sleptu vit hondbremsuni, og tað hjálpti, staðfestir Jens Heri Bolstad Mortensen.
Settmunurin var 25-17, 25-15 og 25-22.
- Eg vóni tað verða vit og Mjølnir í steypafinaluni, tí so verður tað ein fínur dystur, sigur Jens Heri Bolstad Mortensen.
HERber til at hoyra Óla G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Til ber eisini at hoyra viðmerkjaran, Gaja í Brekkuni taka samanum dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við avstralska venjaran hjá Mjølni, Phil Freere.