Jens Guð fegnast um Asfalt

Jens Guð er íslendskur miðlamaður við skili fyri tónleiki. Hann hevur nú í mong ár havt stóran áhuga fyri føroyskum tónleiki og hevur stórt innlit og fylgir væl við. Jens Guð er heimmildarmaður hjá Sosialinum í Íslandi og hann hevði eisini leitað sær á Asfalt at hoyra nakað av tí, ið fer fram á føroyska tónleikapallinum

Íslendski tónleikaserfrøðingurin Jens Guð leitaði sær á Asfalt seinasta vikuskifti. Hann hevur seinnu árini ognað sær serkunnleika innan føroyskan tónleik og hann fylgir væl við.
Hann fegnast um tað hann sá, men okkurt er eisini, ið hann hevur hug at havast at.
Honum eydnaðist ikki at hoyra fyrstu bólkarnar fríggjadagin, men tað hann hoyrdi, gjørdi hann fegnan og bilsnan.
- Eg hoyrdi fyrstuferð um Asfalt á Atlantic Music Event í Reykjavík og tað undraði meg, at tað ber til at savna 60 føroyskar bólkar. Hafnafjørður og Kópafjørður svara til Føroyar í fólkatali, men neyvan ber til at savna meira einn 10-15 bólkar har. Og í teimum mongu ymsu plássunum kring Ísland tilsamans ber neyvan til at savna 60 íslendskar bólkar til ein festival, tí í hvørjum stað eru ofta ikki fleiri enn ein ella tveir bólkar, sigur Jens Guð
- Og so skal havast í huga, at størstu nøvnini vóru ikki við á Asfalt, so sum Eivør, Týr, Teitur, Yggdrasil, GoGo Blues og onnur, sigur Jens Guð.
Men hóast hetta, so metir hann ikki, at hetta merkti festivalin, tí hann hoyrdi so nógv áhugavert, at hann als ikki eydnaðist at hoyra alt, ið hann hevði settt sær fyri.
- Bólkarnir, ið eg hoyrdi, vóru so áhugaverdir, at eg kundi ikki fara frá teimum fyri at lurta eftir onkrum øðrum um somu tíð, greiðir Jens Guð frá.

Makrel og Side Effect
- Eg kom nakað seint til Havnar. Hetta var eg sjálvur orsøk til, og eisini spældi tíðarmunurin millum Ísland og Føroyar inn, men eg sá ikki fyrstu bólkarnar, hóast fleiri vóru, ið eg fegin vildi sæð. Fyrsti bólkur eg hoyrdi var Makrel. Tað merkir, at eittnú Marius, Lena og Hanus høvdu spælt og tey hevði eg fegin viljað hoyrt. Eg havi hoyrt tey øll í Íslandi og tey eru øll góð á palli. Lena ger góðar fløgur, men er framúr góð á palli, sigur Jens Guð.
- Hetta var sjeynda ferðin eg hoyrdi Makrel á palli síðani 2002, og eg troyttist ikki av teimum. Rasmus er ein av mínum yndis sologuitarleikarum, og tað er ein frøi at uppliva, hvussu hansara stílur er púra náttúrligur og heimahoyrandi hjá honum, metir Jens.
- Side Effect havi eg ikki upplivað áður. Onkur segði mær tó, at teir spæla punk rock og annar, at talan er um techno. Bæði eru røtt, tí talan er um techno punk. Teirra orkumikli tónleikur blásti meg púra burtur og tók meg av fótum. Teir hugnaðu sær og og høvdu so nógva orku. Eg hugnaði mær og mátti fáa hendur á nýggju fløgu teirra, sum eg lurti nógv eftir fyri tiðina, sigur Jens Guð.

Fleiri góð.
- Eg fari ikki at reksa øll nøvnini upp, tí so gerist eg keðiligur og endurtakið meg sjálvan. Eg hevði upplivað 15 av nøvnunum á Asfalt á palli áður og var fegin at síggja tey aftur  og sjálvandi keddur um tey, ið eg ikki náddi at hoyra. Men tað var gott eisini at hoyra okkurt nýtt, sum Rókur t.d., ið eg upplivdi, tá eg legði leiðina framvið Cippo, og hann rúnarbant, so eg fór ikki avstað aftur, greiðir Jens frá.
- Eisini var gott at síggja Anniku Hoydal á palli aftur. Harkaliðið var væl umtókt í Íslandi í sjeytiárunum, ella kanska áðrenn tað. Hon skuffaði ikki á palli. Góð og livandi og við góðum bólki. Stuttligt hjá mær at uppliva Kaj, sum annað enn trummuleikara, tí eg kenni hansara góða trummuspæl frá Taxi, sigur Jens Guð.
- Høgni er ein tónleikari við eini enn betri framførslu á palli, enn hansara annars frálíku fløgur, tí hann hugnar sær veruliga. Sum heild var Asfalt perfekt. Mangir bólkar á høgum støði. Eitt minus var tó, at ov nógvir áhugaverdir bólkar spældu samstundis, men tað hjálpti, at so nógv ymisk sløg av tónleiki vóru. Og tað var væl hugsað at hava alt tiltakið á einum lítlum øki og veðrið hepnaðist eisini væl, so eg hevði góðar upplivingar og gleði meg til næstu ferð, sigur Jens Guð.


(Les í næstu viku; Jens Guð um tað, at føroyskir bólkar hava ensk nøvn og syngja á enskum)