Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, greiddi sína atkvøðu á fólkatingsvalinum í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, týsdagin. Hann segði, at valið hevði serligan týdning orsakað av spentu støðuni við USA. (Savnsmynd). - Mynd: Alessandro Rampazzo/Ritzau Scanpix

Jens-Frederik Nielsen: Týdningarmesta fólkatingsval nakrantíð

Fólkatingsvalið hevur ongantíð havt størri týdning, sigur landsstýrisformaðurin í Grønlandi og vísir til kreppuna við USA.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, greiddi sína atkvøðu á fólkatingsvalinum í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, týsdagin. Hann segði, at valið hevði serligan týdning orsakað av spentu støðuni við USA. (Savnsmynd). - Mynd: Alessandro Rampazzo/Ritzau Scanpix

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, sigur fólkatingsvalið í dag vera tað týdningarmesta í søguni hjá Grønlandi.

Tað sigur hann við AFP, meðan hann atkvøður í høvuðsstaðnum Nuuk.

– Vit eru í eini tíð, har eitt stórveldi roynir at yvirtaka okkum, stýra okkum, sigur landsstýrisformaðurin.

Jens-Frederik Nielsen vísir í viðmerking síni til amerikanska forsetan, Donald Trump, sum fyrr í ár í fleiri umførum førdi fram, at hann vildi yvirtaka arktiska landið, soleiðis at tað gjørdist partur av USA.

Útsøgnirnar hjá Donald Trump um ynskið um at eiga Grønland eru minkaðar, eftir at hann í januar gjørdi eina rammuavtalu við aðalskrivaran í NATO, Mark Rutte.

Avtalan skuldi vera grundarlag undir eini komandi avtalu um Grønland.

– Tey hava hug til tað, so vit eru framvegis í eini sera spentari støðu, sigur Jens-Frederik Nielsen við tíðindastovuna.

Aðrir grønlendskir politikarar síggja eisini valið sum serliga týdningarmikið.

Grønlendski miðilin Sermitsiaq hevur tosað við Annu Wangenheim (D) og Naaju H. Nathanielsen (IA), sum báðar eru valevni til teir báðar grønlendsku fólkatingssessirnar.

– Eg haldi, at tað stendur so nógv upp á spæl á hesum fólkatingsvalinum orsakað av altjóða kreppuni, sum bjóðar okkara sambandi í ríkinum av, sigur Wangenheim við fjølmiðlarnar.

Nathanielsen kallar tað eitt "avgerandi" val.

– Vit hava verið í eini ræðuligari støðu sum land seinastu 14 mánaðirnar. Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit definera, hvat hetta kongaríkið skal vera og hvat tað er, vit vilja við hvørjum øðrum, sigur hon og vísir til ríkisfelagsskapin.

Grønlendska sjálvstýrisynskið hevur verið alsamt meira umrøtt bæði í Grønlandi og í Danmark.

Tað skilir eisini flokkarnar í landsstýrinum, sum ikki eru samdir um, hvussu skjótt og í hvønn mun teir skulu loysa frá Danmark.

/Ritzau/