Í ein dag verða HB-spælararnir Jens Erik Rasmussen og Johannes Joensen aftur MB?arar.
Tað hendir tá stevnudystur verður spældur í Miðvági í kvøld. Dysturin verður klokkan 19.00 á graslíkisvøllinum í Miðvági og hann er millum 1. deildarliðini hjá HB og MB í 1988.
Tað var árið, tá HB gjørdist føroyameistari og MB eisini stóð seg væl í 1. deild, og Jens Erik Rasmussen og Johannes Joensen taldust millum spælararnar hjá MB. Nú eru báðir stuðulsspælarar hjá oddaliðnum HB.
HB við spælarum sum Jóannes Jakobsen, Rói Árting, Bjarni Jacobsen og Heðin Askham á liðnum vann í 1988 sítt næstseinasta meistaraheitið, og tað liðið aftur fer á vøllin í kvøld verður tað við eini blanding av pensióneraðum fótbóltsspælarum, venjarum og framvegis aktivum.
Sama søgan er við MB. Har spæla fleiri av teimum frá 1988 enn, meðan aðrir eru givnir. Í dag spælir MB saman við SÍF í felagsliðnum FS Vágar. Besta liðið
Nógvur fótbóltur
Tað verður annars nógvur fótbóltur á vestanstevnu, og allar tær yngru deildirnar sleppa at royna seg í steypadysti. Teir dystirnir verða allir millum liðini í Vágum, og verða í kvøld, leygardagin og sunnudagin.
Leygardagin klokkan 15 skal steypadystur verða millum FS Vágar og ÍF Føroyar, sum er mannað við føroyskum útisetum í Keypmannahavn. ÍF Føroyar hevur staðið seg sera væl í ár, og nógvir av spælaranum hava spælt nógv í 1. deild í Føroyum.
Og sunnudagin klokkan 17.00 verður ein dystur við kvinnum samstundis, sum skemt eisini verður á vøllinum...