Jens er í hopla

Tað er gott hondbóltslag í ítróttarhøllini á Hálsi, nú tað er steðgur í landsdystinum millum Føroyar og Serbia. Støðan er 15-14 til Serbia, og tað er so nógvar ferðir betri, enn tá ið Føroyar mikukvøldið spældu í Serbia.

Hugburðurin á føroyska liðnum hevur verið framúr, og ikki minst hevur Jens á Skipagøtu verið framúr í málinum.

Spurningurin er nú, hvussu føroyska liðið fer at megna at standa seg í 2. hálvleiki. Eitt nú hava Heini Hanusarson og Sveinur Justinussen verið nógv inni.

Í serbisku leguni er lagið ikki gott. Venjarin hevur týðuliga givið til kennar, at hann als ikki er nøgdur við sínar spælarar.