Jens Eli umsjónarmaður í 15 ár

Sunda kommuna hevur heiðrað umsjónarmanninum fyri trúgva tænastu í 15 ár.

 

- Vit hava trúføst og kná starvsfólk. Fyrr í ár hevði Jens Eli Jacobsen 15 ára starvsdag sum umsjónarmaður hjá kommununi.

Tað siga tey í Sunda kommunu.

Lagt verður aftrat, at dagurin hjá Jens Eli Jacobsen herfyri varð hátíðarhildin við hugnaligari løtu fyri starvsfeløgum og nærmastu familju.

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, segði nøkur orð við høvið og handaði umsjónarmanninum eina gávu.