Kissa fór fyrst í urmakaralæru hjá urmakar Arge, men úrtøkan var ikki nóg stór fyri til húskið, ið mist hevði forsyrgjaran. Tí gavst hann við læruni og fór at starvast í handlinum hjá Hans Joensen. Har var hann næstan øll árini frá uml. 1930 til 1963. 
Í hesum sambandi tók hann ymisk handilsprógv á kvøldskúla. Hann var við til at stovna Barnahjálpargrunnin saman við svágrinum Petur Háberg, ið fekk hugskotið undir krígnum. Í fyrstani var ætlanin, at grunnurin skuldi veita stuðul til børn, ið høvdu mist pápan á sjónum, men so komu teir eftir, at tey børnini kanska ikki vóru tey einastu, ið vóru illa fyri. Eisini har pápin, sum tá vanliga var forsyrgjari, var deyður ella var avlamin, og tí óarbeiðsførur. So avrátt var, at øll neystødd børn kundu fáa hjálp. Teir, sum stovnaðu Barnahjálpargrunnin í 1942, vóru Jens Christian Christiansen (Kissa), Petur Háberg, Ludvík Breckmann, Gunnar Mohr, ið var skrivari í býráðnum, og Karstin Petersen, sum arbeiddi á skrivstovuni hjá Jens av Reyni.
Kissa fór undir at reka handil sjálvur í 1963. Klædnahandilin hjá Kissa, í Tórsgøtu, sum er ein partur av býarmyndini í Havn. Kissa varð serliga kendur sum sílaveiðumaður og var ein av undangongumonnunum í Føroya Sílaveiðufelag. Tær flestu fríløturnar á yngri árum brúkti hann við tráðuni. Eitt annað av frítíðarítrivum hansara var frímerkjasavningin, og har varð hann mettur sum ein rættuligur kapasitetur.
Kissa andaðist 14. desember 1996, 80 ára gamal.










