Sjey ferðir hava føroysk lið møtt norðurírskum liðum í Champions League og Europa League dystum. Og allar sjey ferðirnar eru norðurírsku liðini komin sigrandi frá uppgerðunum, ofta aftaná javnar og spennandi uppgerðir.
Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum. Brotssparkstapið sveið djúpt hjá B36, ið var tað betra liðið teir fyrstu 90 minuttirnar á ovara vølli í Gundadali.
Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League. Hetta var ta tiltiknu ferðina nakrir spælarar hjá ÍF fóru í feriu.
Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.
Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.
2019 var eitt satt skaðaár í so máta. HB spældi javnleik 2-2 móti Linfield á heimavølli, og hevði møguleikar til at vinna ein sannførandi heimasigur. Niðri í Belfast tapti HB tepurt 0-1. Táverandi høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson duldi ikki, at júst hetta tapið var kanska hansara størsta vónbrot tey bæði árini hann vandi HB í 2018 og í 2019.
B36 og NSÍ tóku heldur ikki av móti norðurírskum liðum í fjør. NSÍ tapti 0-2 á útivølli móti Ballymena United. Runavíkingar høvdu málmøguleikarnar til at koppa Ballymena í returdystinum, men tað endaði við einum 0-0 javnleiki á Svangaskarði.
B36 fekk snøgt sagt einki burturúr móti Crusaders. B36 tapti 0-2 á útivølli og tapti 2-3 á heimavølli, og vann sostatt ikki Føroyum nakað stig í fjør.
Síðani 2012 hava tey føroysku felagsliðini bygt upp eitt norðurírskt kompleks, ið kennist mongum ein stór marra.
Nú møtir eitt hitt sterkasta HB-liðið nakrantíð við einum tí mest markanta høvuðsvenjaranum nakrantíð, Jens Berthel Askou norðurírska liðnum, Glentoran sum ikki hevur kappast í evropeiskum fótbólti síðani summarið í 2015.
Sjey ferðir hava føroysk felagslið tapt samanlagt móti norðurírskum liðum í evropeiskum kappingum. Vónandi eydnast tað Jens Berthel Askou saman við sínum monnum at bróta tað norðurírska kompleksið.
(Kelda: FaroeSoccer)