Jens Andreassen seksti

Sunnudagin 14. apríl, summarmáladag, verður Jens Andreassen 60 ár. Runda føðingardagin er hann staddur uttanlands.
Jens er havnarmaður. Foreldrini eru Kirstin og Leivur Andreassen. Børn teirra eru Maria, sum er sjúkrasystir, og Jens, sum er lækni. Tey búgva bæði í Havn.
Jens er giftur Ebbu, dóttir Fíu og John Høj í Klaksvík. Hon er sjúkrasystir. Ebba og Jens eiga fýra børn: Kirstin, John, Rakul og Sára. John og Rakul búgva í Keypmannahavn, og Kirstin og Sára búgva í Havn.
Jens leyk studentsprógv í Hoydølum í 1975. Eftir í eitt skifti at hava fingist við fyrifallandi arbeiði og eitt nú verið vikarur í Eysturskúlanum, fór hann undir læknalestur í Aarhus, og í 1985 varð hann liðugur við lesturin.
Nógvu tey fyrstu starvsárini var ferðingin nógv og uppgávurnar ymiskar. Jens arbeiddi í Klaksvík og á Sandi og í Piteå í Svøríki og í Roskilde. Síðani 1993 hevur hann verið í starvi á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, har hann er deildarlækni á B6.
Stóra uppgávan og avbjóðingin hjá Jens í læknastarvinum er diabetis. Hann røkir ambulatoriu á Landssjúkrahúsinum. Menningin er stór innan diabetisøkið, og Jens er sera eldhugaður og strembar støðugt eftir at dagføra sína vitan og harvið at varðveita møguleikan at veita bestu tænastu til sjúklingarnar. Hann er nærlagdur og hollur undirvísari, og dugir framúr væl at kunna sjúkrahúsini, kommunulæknarnar, onnur starvsfólk innan heilsuøkið og diabetisfelagið um frambrotini, sum bera við sær, at tað er lættari at liva við hesi sjúkuni, sum hann plagar at taka til samstundis, sum hann undirstrikar týdningin av røttum kosti og av at røra seg.
Seinastu árini hevur Jens arbeitt hálva tíð á Landssjúkrahúsinum. Hin helmingin av arbeiðstíðini er hann við í stóru granskingarverkætlanini um diabetis í Føroyum.
Umframt frá læknaarbeiðnum er Jens kendur sum sangari. Hann hevur framúr tenorrødd, sum hann síðani á heilt ungum árum hevu ríkað sangkórið í Ebenezer við. Í nógv ár hevur hann eisini verið partur av Dupultkvartettini í Ebenezer, sum ríkar so manga samkomu – um tað so er í gleði ella í sorg – og sum Jens og felagar hansara í dupultkvartettini nú ein dagin fingu heiðursgávu fyri.
Jens er tónleikaáhugaður. Hann dugir væl við gittaranum, og honum dámar væl at seta seg við tangentarnar og droyma seg burtur í musikkinum og spælinum, sum lunnar vórðu lagdir undir, tá ið hann á ungdómsárunum lærdi at spæla hjá Turið Waagstein Rasmussen.
Tað var í Ullvøruhúsinum og í øllum lívinum og meldrinum, sum var inn og út hjá Kirstini og Leivi, at Jens vaks upp. Pápin var jarnsmiður og hevði verkstað heima við hús. Leivur var tiltikin góður smiður, og Jens hevur arvað góða handalagið hjá pápanum. Honum dámar væl at fáast við jarnsmíð. Jens smíðar lampur, stakar og borð, tá ið hann koblar úr frá strævna læknaarbeiðnum, sum hann eisini nýtir stóran part av frítíðini til at lesa og kanna um, tá ið hann heldur seg hava frí og hugnar sær.
Heimið hjá fryntligu Ebbu og Jens í Javnagøtu 1 er opið og gestablídnið er stórt.
Takk fyri gott vinalag í mong ár og hjartaliga til lukku á runda degnum.
----
JH