Tórshavnar býráð gjørdi hóskvøldið eina innstilling til áttanda kommunulæknastarvið, ið langt um leingi verður sett í Suðurstreymoyar læknadømi. Fýra umsóknir komu inn til starvið.
Landslæknin hevur mett um fakliga førleikan hjá umsøkjarunum. Býráðslimir í Havn meta Jens Andreassen, lækna á Landssjúkrahúsinum, at vera best skikkaðan til starvið. Tá ið hinar kommurnar í Suðurstreymoyar læknadømi hava gjørt innstilling, tekur Almanna- og heilsumálastýrið avgerðina. Freistin at gera innstilling er úti 25. mai.
Innstillingin av kommunulæknastarvinum hesa ferð, er søgulig. Tað er nevniliga síðstu ferð, at bý- og bygdaráð sleppa at gera tilmæli um, hvønn tey halda vera best skikkaðan, tá ið nýtt kommunulæknastarv skal setast. Nýggj skipan fyri kommunulæknarnar er komin í gildi, og næstu ferð kommunulæknastarv verður sett, verður tað eitt ráð við umboðum fyri kommunulæknar, sjúkrakassan og Almanna- og heilsumálastýrið, ið setir starvið.
Nýggi kommunulæknin byrjar í starvinum 1. september, og hann fer saman við Sølva W. Olsen, kommunulækna, at halda til í nýggju læknamiðstøðini, sum í løtuni verður bygd í Gundadali.