Jenny Samuelsen 75 ár

Í morgin, sunnudagin 6. juli, verður Jenny Samuelsen í Havn 75 ár.

Jenny, sum er ættað úr Gøtu, hevur í mong ár fingist við at matgera fyri fólk, og hóast hon nú verður 75, so kemur tað framvegis fyri, at hon hevur ábyrgdina av at matgera í sambandi við tiltøk.
Jenny er dóttir Nicolinu og Amaliel Jacobsen í Norðagøtu. Tey búðu á Barkhellu, og í teimum trimum húsunum, sum stóðu so tøtt har, var nógv lív í: Hjá Maljari, Eliesari og Hellu?Meinhardi vóru tilsaman 38 børn!
Nicolina og Amaliel áttu tólv børn: Otto, sum størsta partin av lívinum búði í Boston í USA, var elstur, Sofus, Frederik, Piddi og Hanna búsettust í Klaksvík, har Schwartz eisini búði í umleið eina fjórðingsøld, áðrenn hann miðskeiðis í sjeyti árunum flutti aftur til Gøtu. Jenny býr í Havnini, Arna á Sandi, Johannes í Saltangará, so kom Martin, ið doyði sum tólv ára gamalur, Lina býr í Runavík, og Selma býr í Leirvík. Otto doyði í 1992, og Sofus doyði í flogvanlukkuni í Mykinesi í 1970.
Á ungum árum fór Jenny til Havnar, har hon tænti hjá Telegrafbestýraranum, sum tað nevndist á góðum havnarmáli. Í Havnini hitti Jenny Tórolv Samuelsen, og tey giftust í 1954.
Tórolvur er føddur 4. juni í 1928, so tað er ikki meiri enn ein mánaður síðani, at hann fylti 75. Tórolvur er sonur Lillu, sum var ættað av Eiði, og Alexander Samuelsen ? Alex í Horni ? í Havnini. Tey áttu sjey børn. Umframt Tórolv vóru tey Árni, sum býr í Rødovre, Ása, sum býr í Helsingør, Hervør í Hundested, Ruth í Runavík, Róland, sum búði í Keypmannahavn, og so Lisbeth, sum býr í Hoyvík.
Jenny og Tórolvur eiga ein son, Alexander. Hann er giftur við Súsonnu, sum er úr Klaksvík. Tey eru næstu grannar hjá Jenny og Tórolvi undir Marknagilsvegnum. Súsanna og Alsexander eiga trý børn: Tórolvur, Jenny og Alexander, sum fyllir 14 ár sama dag sum omman verður 75.
Jenny hevur verið eitt konubrot. Talið er óteljandi av brúdleypum, føðingardøgum og øðrum veitslum, sum hon hevur matgjørt til. Skoðsmálið, sum hon hevur fingið, er, at hon hevur dugað væl at arbeitt uttan stórvegis hóvasták, og tað, sum hon hevur latið av hondum, hevur verið nossligt og tekkiligt, og smakkurin hevur verið góður.
Millum støðini, sum hon plagdi at hava ábyrgdina fyri matgerðini, var hjá Ríkisumboðnum. Í tí sambandinum hevur hon fingið fortjenestemedaljuna. Kanska sum tann einasta í Føroyum hevur hon verið kammerpige hjá drotningini. Tá ið Ingrid drotning og Frederik kongur vitjaðu í Føroyum, plagdu tey at búgva umborð í Dannebrog, har manningin og starvsfólkini umborð vóru um tey. Men ta einu ferðina búðu tey hjá Ríkisumboðnum, og tá varð tað luturin hjá Jenny serliga at vera um drotningina. At tey hjá Ríkisumboðnum júst vildu hava Jenny til ta uppgávuna man boða frá, at eisini tey hildu hana vera álítandi, umhugsna og fyrikomandi.