Av tí, at verandi leiðari á Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, Ingrid Jensen, fer í annað starv og tískil hevur sagt seg úr starvi, hevur setanartilgongd verið.
Úrslitið er, skrivar Runavíkar kommuna á sínari heimasíðu í dag, at Jenny Petersen er sett sum nýggjur leiðari á Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin frá 1. mai 2021 at rokna.
- Virksemið er skipað í kommunalum samstarvi millum kommunurnar kring Skálafjørðin, og tí vóru borgarstjórarnir úr Nes kommunu, Sjóvar kommunu og Runavíkar kommunu við í setanarnevndini, sum einmælt innstillaði Jenny Petersen til starvið.
Jenny Petersen er 46 ár, útbúgvin sosialráðgevi og hevur seinastu 15 árini arbeitt í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Hon hevur verið á fleiri fakligum skeiðum og hevur tikið lut á viðkomandi ráðstevnum.
Fyrstu árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi í Danmark og á Almannastovuni í Føroyum.
- Fjølbroyttu royndir hennara og skipaða netverkið við stovnar og starvsfólk er sera týðandi fyri starvið, leggja tey í Runavíkar kommunu aftrat.
Vegna samstarvið um barnaverndarøkið takkar Runavíkar kommuna Ingrid Jensen fyri trygga leiðslu og gott samstarv og ynskir samstundis Jenny Petersen blíðan byrð í nýggja starvinum.