Jenny Kragesteen

(1927-2013)

Góða Omma
Nú er eitt ár liðið, síðan tú andaði seinastu ferð. Hóast eg visti, at tú skuldi doyggja, so dugdi eg so illa at siga tær farvæl. Ein skansi vart tú, sum eg altíð kundi líta á. Saknurin í tær er stórur.
Tú livir nú í minninum. Eg minnist enn tína rødd. Eg minnist enn angan av tínum klæðum. Eg minnist enn títt gongulag. Eg minnist tín­ar hendur, sum smurdu varra­stift á varr­ar­nar, sum sták­aðust í køk­inum, sum reins­aðu plettar úr klæðunum, sum settu plástur á sárið og kíndu mær, tá ið eg hevði ilt. Eg minnist enn vælveruna av at balla meg undir puffutar dýnur við stroknum seingja­klæðum. Eg minnist óteljandi nógvar góða løtur saman við tær, Omma. Ótelj­andi nógv klemm. Ótelj­andi nógv­ar bil­túrar. Ótelj­andi nógv­ar út­ferðir. Ótelj­andi nógv sól­bað á altanuni. Ótelj­­andi nógv­ar te­munnar við breyði og skerpikjøti. Ótelja­ndi nógv­ar smákøkur. Ótelj­andi nógv bomm. Eg mungi enn eftir tínum sunnu­dags­døg­verð­um við ommusa sós. Eg mungi enn eftir heima­gjørd­um kakao og mikro­ovns­­hitaðum ommu­boll­um. Tú hevði altíð tíð. Tú vart altíð til reiðar við eini hjálp­andi hond. Saknurin í tær er stórur, Omma. Eg goymi teg í minninum.
----------------------
Ommubarn