Jenny Eliassen 90 ár

Í dag, 30. januar, verður Jenny Eliassen , búsitandi í Hoyvík, 90 ár.

Jenny er fødd í Gásadali, dóttir Frants Joensen í Trøðni í Gásadali, og Annu Katrinu, f. Petersen í Niðristovu í Gásadali.

Hon var fjórðelst av 9 systkjum og vuksu tey upp í Norðaru Tøðu, sum er føst í bóndahúsinum í Tøðuni.

Í januar 1940 giftist Jenny við Martin Eliassen av Slættanesi, og var ætlanin hjá teimum at búsetast har.

Martin hevði stoypt grundina til húsini - hetta var undir krígnum - og ringt var at fáa timbur og annað til eini hús, so tey gjørdu av at flyta til Gásadals, tá elsta barnið, Jutta, var tríggjar mánaðar gomul. Hetta var í 1941.

Tey búðu í Gásadali í hálvsjeynda ár, hjá systir Jenny sum átti nýggj hús. Har varð næsta dóttirin, Anna, fødd, hon var hálvfjórða ára gomul, tá ið tey fluttu norður aftur á Slættanes. Húsini vóru ikki heilt liðug, tá tey fluttu, og búðu tey fyrstu tíðina í íbúðini í skúlanum, og har átti Jenny triðja barnið, sonin Frants. Hann er føddur í 1948. Fýra ár seinni varð dóttirin Alma fødd.

Jenny og Martin fluttu av Slættanesi í 1963. Tey búðu í umleið eitt ár í Vestmanna, har hevði Martin tímalønt arbeiði. Tey fluttu síðan til Havnar, har Martin fekk arbeiði at passa minkar í Hoydølum.

Tá teir góvust við minkahaldinum nøkur ár seinni, fingu teir ið starvaðust har tilboð um at koma at arbeiða á Bacalao. Jenny hevði tá arbeitt har í eina tíð. Á hesum arbeiðsplássi trivust tey sera væl og fingu nógvar góðar vinir fyri lívið.

Martin hevði ábyrgd av turra fiskinum (Lundafiskinum), og har fekk hann Jenny og tvey onnur konufólk at hjálpa sær við at buka fiskin. Góðskan hevur helst verið góð, tí Lundafiskurin hevði gott orð á sær.

Jenny og Martin góvust í 1986 at arbeiða á Bacalao. Martin var tá vorðin sjúkur, og hann andaðist í november mánað sama árið. Eftir hetta fór Jenny ikki út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Hon hevur dugað væl at notið tilveruna sum pensionistur. Gekk upp um fjøll, bæði til Gásadals og Slættanesar, til hon var farin um 80-ára aldur, og enn er hon altíð klár at seta seg í ein bil, tá onkur av hennara fer út á bygd ? í vikuskiftinum og tá høgtíðir eru.

Um summarið, tá farið verður til Slættanesar at halda frí, himprast hon ikki við at fara í opnan bát, og hon fer sum ein unglingi bæði í og úr bátinum.

Eisini dámar henni sera væl at sita við stokkum, og hon hevur bundið hosur til øll síni børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn, og eisini til onnur hon kennir.

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Guðs ríku signing framyvir.