Ársins brúdleyp í Hollywood verður fyribils ikki av nøkrum. Tey bæði Jennifer Lopez og Ben Affleck høvdu sett Valentines Day, 14. februar, til teirra brúdleypsdag, men nú frættist frá teirra vinum, at brúdleypið er útsett. Og tað er ongin annar enn besti vinurin hjá Ben, Matt Damon, sum er komin millum parið. Ikki soleiðis at skilja, at hann og Jennifer eru blivin ov væl, heldur tvørturímóti. Hon kann ikki tola Matt, og hon hevur sagt við Ben, at hann má velja millum seg og Matt, tí hon tolir hann stutt sagt ikki.