Jennifer Henke doyði 27. desember 2014, 68 ára gomul.
Tá eg hugsi um Jennifer, kemur tað mær fyri, at hon hevur verið eitt ferðandi fólk. Men hinvegin: eru vit ikki øll tað, so ella so?
Danska sálmaskaldið Grundtvig yrkti:
Bert lítla stund
í rósulund
vit mennast og so følna;
sum blóman fríð
á summartíð
fer sorgarblíð,
tá lotið fer at kólna.
Fyrstu ferð eg hitti Jennifer, var í 2007. Hon kom inn á gólvið á Bókadeild Føroya Lærarafelags saman við Petur Martini Petersen úr Fuglafirði við einum ynski um at sleppa at siga søguna um pápa sín og ferð sína til Føroya at leita eftir familjuni. Jennifer var so láturmild og søgan so hugtakandi, at tað tók okkum á Bókadeildini ikki langa tíð at koma til ta niðurstøðu, at sjálvt um forlag okkara ikki vanliga gevur slíkar bøkur út, so var henda søgan avgjørt verd at fortelja.
Eg fekk uppgávuna at arbeiða við tilfarinum og ritstjórna bókina. Tað var ein spennandi uppgáva, og Jennifer var eitt so positivt menniskja at arbeiða saman við, at tað var sum eitt spæl. Ordan var í øllum hjá Jennifer, alt tilfar var savnað í mappur: brøv, skipspappír, ættartalvur, myndir, og so sjálvt handritið, har Jennifer greiðir frá um pápan og um ferðina til Føroya.
Bókin kom út í 2008, og skipað var fyri bókaframløgu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har ein hópur av fólki var samankomið. Jennifer var meistari at skipa fyri og seta fólk í gongd, og hetta gjørdist av sonnum eitt minniligt kvøld við sangi, talum og upplestri, einum góðum bita og drekkamunni.
Ævintýrhugur var í Jennifer, hon átti nógv systkin og sigur í formælinum til bókina Saknaði sonurin: ”Mær hevur altíð dámað væl at ferðast. Tá ið eldru brøður og systrar mínar giftust og fluttu heiman, plagdi eg at vitja tey í summarfrítíðunum og ferðaðist mangan fleiri túsund míl runt í USA í Greyhound bussum.”
Tað var helst eisini hesin ævintýrhugur, sum var atvoldin til, at hon gjørdi av at fara at leita eftir tí fullkomiliga fremmanda landinum, haðani pápi hennara var komin.
Í einari yrking, hon hevur gjørt, lýsir hon hetta at koma til Føroya sum at koma heim:
Tað farna og nútíðin møtast
og skapa eina brúgv yvir ár og høv.
Mín faðirs ætt er mín ætt,
eg verði móttikin sum barnið, ið bleiv burtur.
Jennifer fekk stóran alsk til Føroyar og til familju sína her. Hon vitjaði her aftur og aftur, og tað var, meðan hon var stødd í Føroyum seinasta summar, at hon kendi seg illa og noyddist aftur til heimlandið at vera hjá børnum sínum og sínum høgt elskaða ommusoni Elliot, áðrenn hon skuldi út á sína seinastu ferð her av foldum.
Jennifer Henke var eitt hjartagott menniskja, sum nógv fara at sakna.
Hvíl í friði.