Tað er demokratiska skyldan hjá løgtinginum at kanna málið um Skálafjarðartunnilin til botns, heldur formaðurin í Miðflokkinum
Jenis av Rana er tó ikki ein av teimum, sum í dag vil geva sína atkvøðu til at seta ein kanningarstjóra.
- Tað rættasta er, um Landsstýrismálanevndin setir ein kanningarstjóra, sigur Jenis av Rana, sum tó samstundis er um at missa tolið við nevndini, sum í løtuni kannar handfaringina av Skálafjarðartunnlinum.
Formaðurin í Miðflokkinum vil geva Landsstýrismálanevndini einar tvær vikur afturat, áðrenn løgtingið sjálvt tekur um endan.
- Hendir einki í Landsstýrismálanevndini, so veri eg partur av teimum tinglimum, sum fara at heita á tingformannin um at seta ein kanningarstjóra, sigur Jenis av Rana.
Sambært stýrisskipanarlógini kann løgtingið sjálvt seta ein kanningarstjóra á eitt mál, um í minsta lagi 14 løgtingslimir ynskja tað.
Hoyr samrøðu við Jenis av Rana við at trýsta á pílin undir myndini.










