Jenis vil hava illgruna avsannaðan

Jenis av Rana spyr løgmann, um hann við fullari trygd kann vissa løgtingið um, at Føroyar og føroyingar ikki eru við í nýggju rakettverjuætlanini hjá USA

Jenis av Rana hevur nú latið løgtinginum fyrispurning um nýggja rakettskjøldurin hjá USA.

Fyrispurningurin er stílaður løgmanni, sum verður spurdur, um hann við fullari vissu kann tryggja løgtinginum, at Føroyar og føroyingar ikki eru við í nýggju rakettverjuætlanini hjá USA.

Upprunin til fyrispurningin hjá Jenisi av Rana er ein fundur, sum var hildin fyri norðurlendskum politikarum í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, síðst í oktober mánaði.


Skakandi svar

Á hesum fundi gjørdist lívligt kjak um nýggju rakettverjuna, sum Grønland í hvussu so er skal verða partur av.

Jenis av Rana spurdi sembætisman í Pentagon, um Føroyar vóru við í ætlanini.

- Svarið, mær var givið, var skakandi, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurningin.


Vil hava trygd

Embætismaðurin noktaði fyri, at Føroyar vóru partur av ætlanini, men hann avsannaði samstundis, at tað nakrantíð hevði verið nøkur herstøð í Føroyum.

- Hetta er beinleiðis ósatt, vísir Jenis av Rana á.

Tað er við hesum í huga, at hann spyr løgmann, um hann kann veita løgtinginum fulla vissa fyri, at føroyingar, uttan at vita tað, longu eru partar av framtíðarætlanum hjá amerikumonnum.