Jenis vil hava fýra tingfólk

- Longu áðrenn Karsten Hansen kom upp í Miðflokkin, vístu kanningar, at vit kundu fáa tríggjar løgtingslimir, men eg vóni, at vit fáa fýra tingfólk eftir næsta val

Jenis av Rana var í góðum lag fríggjamorgunin. Hann kom á tíðindafundin hjá Karsteni Hansen, eftir at Karsten sjálvur hevði avdúkað sína politisku framtíð, og Jenis staðfesti, at talan var um stórt frambrot hjá Miðflokkinum.
- Hetta er ein stórsigur fyri Miðflokkin. Vit hava allatíðina roknað við, at næsta umboðið hjá okkum fór at koma úr Norðoyggjum, og nú hava vit fingið júst tann rætta mannin til at standa á odda fyri okkum í Norðoyggjum, sigur Jenis av Rana.
Fer Karsten Hansen at tryggja tykkum tann triðja løgtingslimin?
- Longu áðrenn Karsten Hansen kom upp í Miðflokkin, vístu kanningar, at vit kundu fáa tríggjar løgtingslimir, men eg vóni, at vit fáa fýra tingfólk eftir næsta val