Jenis vendir samgonguni bakið

Hóast Miðflokkurin higartil hevur stuðlað samgonguni í sjálvstýristilgongdini, mæli hann nú løgtinginum frá at samtykkja sjálvstýrisleistin

 

Miðflokkurin er nú ímóti sjálvstýrisuppskoti samgongunnar.

Hetta er greitt, eftir at uttanlandsnevndin mikudagin skrivaði álit um uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks.

Jenis av Rana hevur einsamallur skrivað minnilutaálit, har hann ger greitt, at hann ikki tekur undir við málinum, og at hann mælir løgtinginum frá at samtykkja tað.

Formaður Miðfloksins vísir í áliti sínum á, at hóast høvuðstættirnir í uppskoti landsstýrissins eru í samsvari við stevnuskrá Miðfloksins, so eru týðandi veikleikar, sum forða fyri, at hann kann atkvøða fyri tí.


Landsstýrið virkar ikki

Jenis av Rana ivast nevniliga í, um í dag yvirhøvur hava eitt virkisfúst landsstýri, sum kann fara undir ætlanina.

»Høvuðstíðindini í Útvarpinum tveir av páskadøgunum vóru, at ein av landsstýrisflokkunum heitti á hinar um, at vórðu ávísar treytir ikki fylgdar, so átti løgmaður at skriva út nýval. Sama áheitan varð aftur borin okkum bæði í gjár og í dag, og ger hetta, at minnilutin ivast í, um fortreytirnar frá valinum ikki eru so broyttar, at landsstýrisflokkarnir ikki eru førir fyri at røkja ta uppgávu, veljarin leit teimum í hendi. Tí metir minnilutin, at rættast var at litið veljaranum í hendi at seta saman eitt nýtt løgting og harvið eitt nýtt landsstýri«, skrivar Jenis av Rana.

Eisini vísir Jenis av Rana á, at landsstýrið hevur brotið lyftið um fólkaatkvøðu um sjálvstýrisleistin, og at landsstýrið ikki hevur megnað greinað út, um blokkurin er ein gáva, ella hann er eitt endugjald fyri millum annað NATO støðir.