Janus Rein, sum tók seg úr Framsókn, hevur verið uttanflokka eitt skifti, men í dag komu boð um, at hann er farin upp í Fólkaflokkin. Harvið er hann partur av samgonguni, og frammi hevur verið, at Fólkaflokkurin krevur sítt, nú tingmannatalið er vaksið.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum hevur ikki stórvegis viðmerkingar í fyrstu syftu.
- Hatta at velja flokk er hansara rættur og hansara val. Men eg eri ikki so vísur í, um tað fær nakra ávirkan yvirhøvur, um Fólkaflokkurin telur 8 ella 9 tinglimir, sigur Jenis av Rana.
- Um ein hugsar um hetta við avgerðandi atkvøðuni, so meti eg ikki, at hetta fær nakra ávirkan, metir Jenis Av Rana.
- Eg haldi til dømis, at tað hevur verið lurtað væl eftir Miðflokkinum. Eg havi sagt frá viðhvørt, og talað at tí førda politikkinuim. Onkur hevur kanska fingið eitt sindur ilt av tí, men inni í samgonguni hevur verið lurta eftir Miðflokkinum, sigur Jenis av Rana.
- Tað er jú so, at tað hevur víst seg, at ein og hvør tinglimur kann sita við avgerðandi atkvøðuni, sigur Jenis av Rana, og sipar eitt nú til málið um Eysturoyartunnilin, har menn úr ymsum flokkum í samgonguni tóku seg saman, t.d. Bjarni Djurholm, Bárður Nielsen og Jenis av Rana.
- Tá Kári P. Højgaard fór frá, so varð sagt, at Miðflokkurin sat við avgerðandi atkvøðum, men tað kendist ikki so. Yvirhøvur verður lurtað, og ein og hvør kann koma at sita við avgerðandi atkvøðuni, metir Jenis av Rana.
Janus Rein tóktist ivast, um hann skuldi fara í Fólkaflokkin ella Tjóðveldi.
Spurdur, hvørt Jenis av Rana hevði væntað, at Janus Rein valdi Fólkaflokkin, sigur Jenis:
- Eg haldi eg má siga nei, sigur Jeins av Rana.
- Eg helt hann vera meira frælslyntan og ein ungan og framskygdan politikara. Eg hevði væntað meira av honum, leggur Jenis av Rana afturat við einum skemtiligum undirtóna.