Jenis umboðar bæði himmal- og helvitisekspressuna

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður

Jenis av Rana hevur, síðan eg saman við Annitu legði uppskotið um at víðka grein 266B í revsilógini fram aðru ferð, áhaldandi roynt at dømt meg og mín persón til heljar. Hann hevur rætt og slætt dømt meg til at vera ein helvitismann. Samstundis hevur maðurin gingið runt við søgum og øðrum um meg, bert við tí endamáli at seta meg í ringt ljós og í teirri vón, at eg fór at leypa fram av undir viðgerðini av málinum.
Skal bert nevna trý dømi, har Jenis hevur roynt at spilla meg út og annars døma meg burtur frá øllum møguleikum at fáa lut í tí ævinleika, sum hann dagliga boðar um.
Fyrsta dømi snýr seg um, at eg sum lærararvikarur fyri 30-35 árum síðan forfylgdi næmingum av ymsum orsøkum. M.a. tí hesir vóru synir ella døtur av fólkum, sum hoyrdu til Brøðrasamkomuna. Kann bara siga væl roynt Jenis, men hevði tú fortalt, at eg favoriseraði baptistabørn, so hevði tú kanska verið eitt vet nærri sannleikanum. Sjálvandi fær man betri samband við nakrar næmingar enn aðrar, men eg havi sjálvandi ikki forfylgt nøkrum teirra. Jenis royndi at lýsa men sum ein persón, ið ikki er tolsamur.
Næsta dømi er frá tingsalinum undir 2. viðgerð av fíggjarlógini. Tá tosaði eg upp í saman um at fáa tingfólk til at stuðla undir, at fáa lívfrøðiliga margfeldni í okkara náttúru allýst. Jenis fór upp og vendi øllum á høvdið, hann segði at eg bert hugsaði um at ganga móti náttúruni, og hann skýrdi meg fyri antikrist. Her sipaði hann til uppskotið um revsilógina.
Og nú hevur hann so í blaðgrein skýrt meg og helst flestu tjóðveldisfólk fyri nasistiskar despotar. Hetta í samband við at hann snaraði nøkrum orðum, sum eg skrivaði um, hvat ávísur stjørnmálafrøðingur hevði sagt.
Hetta og mangt annað slíkt kann ein maður, sum er floksformaður, lækni, samkomuleiðari, familjumaður og útvarpsstjóri loyva sær. Men vit sum kenna Jenis vita, at hann sigur og ger slíkt móti betri vitan. Jenis veit væl, at eg havi ikki forfylgt nøkrum næmingi, hann veit væl, at eg eri ikki antikrist, og hann veit væl, at eg so langt frá sympatiseri við nasistiskum despotum. Men hann sigur og ger slíkt fyri at senda bestu hóskandi boðini og somuleiðis myndirnar inn í viðbreknar og aðrar móttakiligar veljarasálir, hetta fyri at vinna so nógvar atkvøður, sum til ber. Tað eru atkvøðurnar sum telja, og so leggur hann vertin á mátan.
Jenis hevur eisini eitt starv aftur at øllum hinum, sum eru nevnd omanfyri. Hann er meira ella minni sjálvsettur stjóri á einari av himmalsku ferðaskrivstovunum her á landi. Og kanska er bæði virksemi og umsetningur størri enn á øðrum líknandi ferðaskrivstovum. Jenis er nevniliga ikki bert umboð fyri himmalekspressuna. Nei, hann útskrivar minst líka nógvar ferðaseðlar til helvitisekspressuna. Sjálvur havi eg fingið neyvt lýstan ferðaseðil frá honum til ta farleiðina.
Vóni bert ikki fyri Jenis av Rana, at hann fer at uppliva tað, at tá hann skal tjekka sína ferð inn til himmals, at hann fær boðini við diskin, at ferðaseðilin er ógyldugur. Og tá Jenis so roynir at siga, at talan er um eina misskiljing, so sigur avgreiðslufólkið við Hann: Jenis, tú fekk alt givið. Tú fekk serstakan intellegens, tú fekk talugávur sum fáur, tú fekk nógv jørðiskt góðs, góða útbúgving, fólk lurtaðu eftir tær, tú hevði alla møguleikar Jenis, men tú gloymdi tað týdningarmesta, nevniliga at hugsa og tosa frá hjartanum. Jenis góði, eingin kann manipulera seg inn um dyrnar, heldur ikki tú.
Sum tingmaður telist tú millum teir klárastu heilarnar, men tú telist eisini millum teir óærligastu, og ikki minst millum teir, sum duga allar best at gera nýtslu av ísakaldari og barbariskar kalkylu.
Ein søga um kristni
Kann at enda fortelja eina søgu um frálæru í kristni. Var lærararvikarur í tveimum umførum. Fyrst frá 74 til 77 á Venjingarskúlanum. Síðan tá eg kom heim sum avlædur sosialráðgevi 1980. Var fyrst nakrar góðar og gevandi mánaðar í stokkunum hjá Timburhandlinum, men tók so við vikarstarvi í Kommunuskúlanum í november. Undirvísti m.a. 6. flokk í kristni, og dámdu næmingunum so væl hesa undirvísing, at tey ikki vildu hoyra talan um annað enn kristni í tímunum, beint fyri jól. Fekk tvær reaktiónir frá foreldrum í samband við, at eg hevði 6. flokk í kristni. Tann eina var frá einum pápa, sum sjálvur var trúboðari. Hann gav mær eitt herðaklapp og segði takk fyri, at barn hansara var vorið væl meira áhugað í bíbliusøgu. Hann segði, at barn hansara nú skilti nógv betur tey ymsu líknilsini. Hin reaktiónin var frá foreldrum at næmingi, sum hevði sagt teimum, at eg hevði bannað í kristnitímanum. Og høvdu tey sagt við Absalon, at tey ynsktu at klaga meg í tí sambandinum. Sjálvsagt er tað alt annað enn heppið, at lærarin bannar, meðan undirvíst verður. Men hesar báðar rættiliga ymisku reaktiónirnar søgdu mær ikki so lítið.