Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi um avgerðina hjá Jenisi av Rana um ikki at fara til døgurða saman íslendska forsætisráðharranum, sum er samkynd.
Høgni Hoydalir ynskir Jóhonnur og Jónina hartaliga vælkomnum til Føroyar. Hetta sigur hann í sambandi við, at Jenis av Rana á Vágaportalinum fyrr í dag boðaði frá, at hann vildi ikki tikið lut í einum almennum døgverða fyri íslendska forsætisráðharranum, Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara, Jóninu Leósdóttir, nú tær eru á almennari vitjan í Føroyum. Hann sigur vitjanina vera eina »provokasjón«, sum skal »signalera« ímóti skriftunum.
- Er Jenis av Rana skeivt endurgivin, eigur hann at rætta tað beinanvegin. Er hann rætt endurgivin, átti hann at skamma seg. Eg vil tí gera greitt, at Jenis av Rana og Miðflokkurin umboðar á ongan hátt politisku skipanina í Føroyum ella føroysku tjóðina við sínum óskiljandi og ófólkaligu úttalilsum, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi sgur víðari, at hann sær tað hinvegin sum ein stóran heiður, at forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir kemur á almenna vitjan í Føroyum saman við frú Jóninu - umboðandi frændatjóð okkara, íslendingar.
- Íslendingar eru einasta sjálvstøðuga tjóðin í heiminum, sum uttan fordómar bjóðar føroyskum umboðum á almennar vitjanir í Íslandi og tekur ímóti okkum sum javnlíkar. Á sama hátt vísa bæði íslendskir forsætisráðharrar, forsetar, ráðharrar og onnur íslendsk umboð føroyingum ta sømd, at vitja okkum á jøvnum føti, sum vóru vit fræls tjóð. Tí er tað tess meiri andsagnarkent, at ein politikari skal signalera persónligar fordómar og persónligt ófrælsi afturímóti, sigur Høgni Hoydal, sum samstundis boðar frá, at hann og Tjóðveldi taka vit frástøðu frá hesum og ynskja Jóhonnu og Jóninu hjartaliga vælkomnar í Føroyum á almenna vitjan.