Jenis til borðs við samkyndum í kvøld

Í kvøld fer Jenis av Rana út at eta saman við samkynda amerikanska sendiharranum í Keypmannahavn

Formenninir í føroysku politisku flokkunum eru í kvøld bodnir til døgurða í sambandi við, at amerikanski sendiharrin í Danmark, J. Rufus Gifford, í dag er komin til Føroya á vitjan.

 

Hann er annar amerikanski sendiharrin, sum alment hevur kunngjørt, at hann er samkyndur, men tað forðar ikki fyri, at floksformenninir møta væl upp.

 

Tá ein døgurði fyri nøkrum árum síðani var fyri táverandi íslendska forsætisráðharranum, Jóhonnu Sigurðardóttir, sum eisini er samkynd, valdi Jenis av Rana ikki at vera til staðar.

 

Men hesaferð sigur formaðurin í Miðflokkinum, at hann fer til døgurðan fyri samkynda amerikanska sendiharranum, sum verður á Hotel Hafnia í kvøld klokkan sjey.

 

– So vítt eg veit, eri eg tilmeldaður døgurðan í kvøld, segði Jenis av Rana við Rás2 í kvøld.

 

Amerikanski sendimaðurin fer av landinum aftur fríggjadagin.