Jenis stuðlar Varðanum

- Tað álit loyva vit okkum at hava á hesum monnum, at tann dagin virkið stendur liðugt útbygt við neyðugu frystiorkuni, verður nýggja waterfront síðan, við aftanfyri liggjandi gomlu bygningunum, eins tignarlig mentannarliga, sum virkið í dag eru tignaðarligt búskaparliga.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum harvið leggur seg út í stríðið um rættin hjá Varðanum Pelagic at byggja út á havnalagnum á Tvøroyri.

Friðingarmyndugleikin á økinum, Kærunevndin í lendismálum, ógildaði avgerðina hjá Tvøroyrar Kommunu um at geva byggiloyvi. Men í lesarabrævi undir yvirskriftini “tá public service fór á pub” skjýtur floksformaðurin eftir bæði myndugleikum og miðlum.

- Men um eg skilji hvar hesi fólk og hesir stovnar vóru, tá størsta álopið á hesa góðu mentan varð framd, fyri bert fáum árum síðani. Her hugsi eg um dagin, tá gamli handilin, eftirfylgjarin hjá Kongaliga Einahandlinum, bygdur í 1836 sum fyrsti bygningur á Tvøroyri, varð gjørdur um til eina Pubb. Ikki eitt kis hoyrdist, tá hetta hendi, tá vann tostin eftir øllum at dømi á vitinum.

Skrivar Jenis av Rana í lesarabrævi, har hann samstundis rósar vinnulívinum:

- Tøkk skulu teir gøtu- og tvøramenn hava, sum ístaðin fyri at brúka tíðina til at fundast og til tos, brettu upp um armar og vístu í verki hvat kann gerast fyri at fáa føroysku tjóðina aftur á føtur, skrivar Jenis av Rana.