Johan Dahl, landsstýrismaður, skal nú siga løgtinginum, hví eingin kvinna varð vald í nevndina í Atlantsflogi á aðalfundinum 24. apríl. Eftir nevndarvalið í Atlantsflogi, har tað almenna bert peikaði á menn, segði Johan Dahl, at Vinnumálaráðið hevði ikki funnið kvinnur, sum vóru egnaðar til uppgávuna.
Nú vil Jenis av Rana, løgtingsmaður hava at vita, hvørji eginleikarnir vóru, sum ongar av teimum um 7 milliónum norðurlendsku kvinnunum hava.
- Umráðandi er at fáa greitt svarað, hvørjir hesir eginleikar, ið eingin kvinna í fleiri londum hevur, eru, so ivin um kynsdiskriminering ikki verður hangandi, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin.