Jenis av Rana var sum heild væl nøgdur við allarhelst síðstu nýggjársrøðuna hjá Anfinn Kallsberg sum løgmanni.
? Eg lurtaði við áhuga eftir røðu løgmans, og eg haldi at hann kom gott frá henni. Eg haldi at tað var positivt at løgmaður tordi at koma inn á síni persónligu viðurskifti, segði Jenis av Rana, tá ið vit spurdu hann um viðmerkingar til røðu løgmans gamlaárskvølð. Jenis helt, at løgmaður kundi havt latið málið um sína fortíð ligið, men at hann valdi at gera viðmerkingar til tað var at fegnast um. ? Deildar meiningar eru um málið millum manna, og fólk skulu hava loyvi til at halda tað, tey vilja, men eg eri fegin um at løgmaður tordi at nema við tað í røðu síni. Eitt annað mál, sum Jenis hefti seg við í røðu løgmans, var at hann gav rúm fyri teimum veiku í samfelagnum í røðuni, teimum við brekum. Tað fegnaðist hann yvir.
Jenis av Rana heldur at ein týdningarmikil partur av løgmansrøðuni var brotið um uttanríkispolitikk. Løgmaður tosaði bæði um kríggið í Irak, um stríðið ímóti yvirgangi og viðurskiftini millum Føroyar og ES. ? Uttanríkispolitikkur er eitt evni, sum vit føroyingar gera alt ov lítið við. Vit eru ikki komin serliga langt á leið. Sjálvt grønlendingar eru um at taka okkum aftur, nú teir eru farnir at krevja meira ávirkan á síni viðurskifti við útheimin.
Jenis av Rana hevði ikki bert rósandi orð at bera løgmanni. Hann harmaðist um, at tað vóru onnur týðningarmikil mál, sum løgmaður ikki røddi um, mál sum sambært Jenis møguliga eru ov eym. ? Serliga hugsi eg um menningarhjálp til útheimin, og um neyðina í Iran í hesum døgum. Vit føroyingar áttu sjálvandi at reagera uppá ein tílíkan sorgarleik. Møguliga skammaðist løgmaður at nevna tað, og eg skilji hann væl, tí at vit hava alla orsøk til at skammast, segði Jenis millum annað. Hann helt avgjørt, at menningarhjálp fór at vera eitt av evnunum, sum Miðflokkurin fór at taka upp í møguligum samgongusamráðingum eftir valið 20. januar. ? Vit kunnu ikki sita í hesum paradísinum, sum Føroyar jú eru, og lata eyguni aftur fyri tí, sum fyriferst úti í heimi. Vit eiga sum samfelag at vera til reiðar at rætta eina bróðurhond, tá ið slíkar vanlukkur henda.