Jenis-sangurin avhøvdaður á Rás 2

Petur Jacobsen, eigari og stjóri á Rás 2, vil ikki spæla sangin hjá 200, ið nevnist Muscleman-blað.  Talan er um eitt persónligt álop á Jenis av Rana, og slíkum vil eg ikki stuðla, sigur Petur Jacobsen. Útvarp Føroya spælir hinvegin sangin í fullum líki

Í heilar trettan vikur hevur lagið Muscleman blað hjá punk-bólkinum 200 ligið á hit-listanum 15 tær bestu hjá Útvarpi Føroya.
200 er ein bólkur, ið er kendur fyri sínar provokerandi tekstir, men fleiri halda, at í hesum lagnum er bólkurin farin út um mark.
Ein av teimum er Petur Jacobsen á Rás 2. Hann vil ikki hava hetta lagið spælt á sínari útvarpsstøð og hevur tí heitt á síni starvsfólk um ikki at spæla lagið.
Lagið er við øðrum orðum tveitt á øskudungan á Føroya einastu privatu útvarpsrás.

Persónligt álop
- Talan er um eitt persónligt álop á Jenis, og slíkum vil eg ikki stuðla við at spæla lagið á mínari útvarpsstøð, sigur Petur Jacobsen.
- Tað er púra vanlig fólkaligheit frá mínari síðu. Hetta er eitt persónligt álop, sum heilt einfalt er farið út um mark. Sangurin er hvørki stuttligur ella væl spældur, sigur stjórin á Rás 2.
Petur Jacobsen sigur, at ein slík avgerð altíð byggir á hansara persónligu meining og ikki á nakað ávíst prinsip hjá støðini.
- Eg havi stóra virðing fyri Jenisi, og eg haldi ikki, at hann hevur uppiborið eitt slíkt álop.
Um tann yvirskipaða politikkin hjá Rás 2 sigur Petur Jacobsen, at teir ikki hava nakrar niðurskrivaðar reglur fyri, hvat kann spælast, og hvat er bannað.
- Eg plagi at siga við starvsfólkið, at einki skal sigast, sum øll familjan ikki kann hoyra. Vit hava við øðrum orðum eitt fólkaligt moralskt eftirlit, sigur Petur Jacobsen.

Prinsipielt mál
Útvarp Føroya hevur ikki lagt nakað forboð ímóti lagnum hjá 200. Lagið Muscleman-blað hevur verið nógv spælt í sendingini 15 tær bestu, har tað hevur ligið ovast á listanum í fleiri vikur.
Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya, sigur, at útvarpið ikki hevur viðgjørt spurningin.
- Eg eri fyri stuttum gjørdur varugur við innihaldið í sanginum, og vit hava ikki tikið lagið til viðgerðar enn, sigur Jógvan Jespersen, stjóri fyri almenna útvarpið. Hann sigur ikki nakað ítøkiligt um, hvørt Útvarp Føroya fer at taka málið upp í nærmastu framtíð.
- Hetta er eitt sera prinsipielt og torført mál, sum krevur góðar grundgevingar og møguliga eina juridiska meting. Tað prinsipiella í málinum er, at um vit seta forboð ímóti at spæla hetta lagið, eru nógv onnur løg, ið eisini skulu takast til viðgerðar, sigur Jógvan Jespersen.
Hann leggur afturat, at tónleikur sum heild mangan innihaldur politiskar ella átrúnarligar boðskapir, og tí er hetta eitt torført mál at taka støðu til.

Keðiligur tekstur
Persónliga heldur hann, at teksturin í hesum lagnum er sera langt úti og ein sera ósjarmerandi máti at geva sínar meiningar til kennar.
- Hinvegin er hetta so langt úti, at tað ikki verður tikið fyri fult, sigur stjórin í kringvarpinum.
Jógvan Jespersen veit ikki um nakað lag, sum er sensurerað í hansara tíð sum stjóri í úvarpinum.
Aðrir føroyskir bólkar hava skrivað sera ónærisligar tekstir, og hesi løg hava vanliga ikki verið at hoyrt í Útvarpi Føroya. Vit kunnu nevna løg hjá eitt nú MC Hár og Páll Finnur Páll.
Í praksis er tað óivað so, at starvsfólkið í ÚF á ein ella annan hátt fremur sjálvsensur við ikki at spæla løg, ið eru ónærislig ella á onkran hátt ganga fólki ov nær.
Í viðtali við Sosialin tann 23. juni segði Jenis av Rana, at hann var keddur av, at útvarpið og sjónvarpið høvdu spælt sangin, tí at hann helt, at teksturin fór út um mark.
Niels Arge Galan vísti í somu grein á, at teksturin er so langt úti, at hann ikki kann takast fyri fult.


Muscleman-blað

Á løgtingi situr ein vemmeligur maður
Hann heldur, at Føroyar skulu vera bøssafríar baby

Niðurlag:
Men tað, sum man sigur, er man næstan altíð sjálvur
Situr har og lesur sítt Muscleman blað
Lekkur glansut bløð full av hálvnaknum monnum
:,:Fleygar sær í loyndum til sítt muscleman-blað:,:

Ja læknin hevur orðið, og hann sigur tað er so synd tá kærleikin kólnar millum menn
Hann heldur, at vit skulu royna at lekja tey samkyndu, annars kunnu tey skríða

Mánadagin atkvøddi ímóti skrásettum parlag
Týsdag fór í Hornið at keypa muscleman-blað