Jenis í rættin 3. juli

Føroya rættur hevur nú ásett, at rættarmálið ímóti Jenisi av Rana verður hósdagin tann 3. juli Tá málið kemur fyri, fer ákærin fer at krevja Jenis av Rana dømdan at gjalda eina bót, tí hann ikki hevur hildið fráboðanarskylduna sum kommunulækni. Verjin fer hinvegin at krevja frídøming.

Jenis av Rana er ákærdur fyri at hava brotið grein 156 í revsilógini og grein 14 í barnaverndarlógini, har sagt verður, at ?tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum.?

Ákæruvaldið sigur, at Jenis av Rana boðaði ikki Barnaverndini frá, at hann visti um eina gentu, sum var kynsliga misnýtt. Hóast kommunulæknar hava tagnarskyldu, kemur fráboðanarskyldan fram um tagnarskylduna í málum, sum sambært lógini um barnavernd skulu fráboðast.

Kelda: Kringvarpið