Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, mælir til, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal í málinum um veiðiloyvini.
Tað segði hann í dag í samrøðu við in.fo eftir at løgmaður hevði almannakunngjørt sítt svar til Høgna Hoydal í samband við frágreiðingina frá landstýrismanninum í fiskivinnimálum.
- Eg kann bara staðfesta, at løgmaður hevur friða Høgna Hoydal. Tí nyttar eitt misálit einki. Støðan blívar alt meira keðilig og sjálvt um tað er meira og meira eyðsýnt, at næstan einki hongur saman meir hjá samgonguni, so koyra tey bara víðari, sigur Jenis av Rana, sum mælir til, at ein kanningar stjóri verður settur.
Jenis av Rana sigur, at andstøðan hevur ikki avgjørt hvussu farið verður fram, men at hann fer at tosa við hinar andstøðu formennirnar og royna at fáa atkvøður til at seta eina kanning í verk.
- Tað ringasta í hesum, eftir míni metan, er, at øll ábyrgdin verður turkað av uppá umsitingina í Fiskimálaráðnum. Tað er ótrúliga óheppið og keðiligt, sigur Jenis av Rana.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Høgna Hoydal uppá svarið frá løgmanni, men tað hevur tíverri ikki eydnast okkum.