»Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, tvíheldur um, at teir tríggir flokkarnir í samgonguni høvdu eina klokkuklára avtalu um etisku málini.
– Hetta var fremsta treytin fyri, at vit yvirhøvur fóru undir samráðingar við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Tað gjørdu vit greitt longu á fyrsta fundinum fríggjakvøldið.
Jenis av Rana sigur, at atkvøður ein samgongulimur móti avtaluni, so er talan um avtalubrot.
Spurdur um samgongan eisini kann binda tinglimir, sum ikki vóru við til samgongusamráðingarnar, sigur Jenis av Rana, at avtalan var púra greið: Etisku málini skulu liggja hesi fýra árini.
– Ger ein tinglimur ímóti hesum, so hevur flokkurin ein innanhýsis trupulleika, sum avgjørt órógvar samstarvið í samgonguni, sigur formaður Miðfloksins.«
Men hetta, sum Jenis av Rana er lygn, um tað sum Høgni Hoydal sigur, er sætt. Men viðhvørt er trupult at skyna mun á sannleikanum og lygnini – í øllum førum í politikki...










