Tosað hevur verið nógv um at fáa tey ungu at verða verandi í Føroyum, og at fáa føroyingar at flyta heimaftur.
Men hvussu hongur tað saman við, at almenn starvfólk flyta úr Føroyum, seta búgv í øðrum londum, haðani tey røkja arbeiði í Føroyum, men gjalda skatt uttanlands.
Løgtingsmaðurin Jenis av Rana heldur tað vera løgi, at hetta skal bera til, og mikudagin fer hann at seta Jørgen Niclasen, landsstýrismanni ein fyrispurning um hetta.
Hann heldur, at hetta er ein forðing fyri, at onnur kunnu flyta heim, tí tey fáa ikki arbeiði í Føroyum.
- Í hesum døgum kemur undan kavi, at nøkur av hesum størvum, góð, trygg, almenn størv, verða røkt av fólkum, sum flyta av landinum og taka bæði arbeiði og lønina við sær. Tey fáa løn sína, sum um tey búgva í Føroyum, men uttan at gjalda skatt til tað samfelagið, sum hevur tey i arbeiði, sigur Jenis av Rana.
Hann hevur frætt, at fleiri almenn starvsfólk í Føroyum búgva uttanlands.