Jenis í fríum falli

Jenis av Rana, Landsstýrismaður,  royndi í dag nakað, ið fleiri helst aftra seg við at royna. Hann vitjar í hesum døgum í Suðuroynni.

Landsstýrismaðurin uttanríkis- og mentamálum hevur vitjað á fólkaskúlum, Skúladeplinum í Suðuroy, Føroya Eftirskúla og eisini á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

 

Og á Ítróttaháskúlanum fekk hann eina øðrvísi uppliving, tá hann gjørdi eitt “rope-sving” úr 13-14 metra hædd í Marghøllini í Vági, skrivar Suðurrás.

Vit kunnu siga, at her er talan um landsstýrismann í fríum falli.

Her sæst videobrot av Jenis av Rana í fríum falli

sudurras.fo;