Jenis er ótrúligur

Edvard Joensen
formaður Føroya Blaðmannafelags

Tað er staðfest, at tað er Jenis av Rana, løgtingsmaður, sum leggur føroysk tíðindafólk undir at hata Ísrael. At hann í lesarabrævi í bløðunum um vikuskiftið roynir at leggja hetta út sum, at tað er formaðurin í Føroya Blaðmannafelag, sum hevur sett hetta uppáhald fram, prógvar bara, at løgtingsmaðurin fer lætt um sannleikan.
Tað er próvfast, at tað var Jenis av Rana, sum í Útvarpi Føroya varð endurgivin fyri at siga, at føroysk tíðindafólk sum heild hava lagt seg eftir at hata alt, sum hevur við Ísrael, USA og George Bush at gera.
Tað er beinleiðis lygn, at so er. So er tað sagt.
Í eini roynd at tosa seg burtur úr hesi óhepnu støðu, hann kom sær í, roynir Jenis av Rana, so góðum líkt, at geva øðrum skuldina. Hesaferð formanninum í Blaðmannafelagnum, sum vegna tíðindafólkini talaði at hesi skuldseting hansara.
Men hann vevur ymiskt uppí, sum undirrritaði ikki rættiliga skilir. Til dømis tilboð mítt, sum hann ikki tekur av. Veit meg ikki hava givið honum nakað tilboð.
At fáa eina átalu frá felagsformanninum til at gerast til eina skuldseting móti felagsins limum, kann bara ein persónur, sum ikki virðir sannleikan, fáa at bera til. Men tað roynir Jeins av Rana so í hesi óhjálpnu roynd síni at koma sær burtur úr hesi býttu støðu, hann kom sær í.
Tað er ikki neyðugt at fara til Útvarpið at fáa vátta, hvat Jenis av Rana segði við útvarpsmannin, sum hann nú leggur undir at hava endurgivið seg skeivt.
Undirritaði kannaði nágreiniliga hjá Útvarpinum, áðrenn viðmerking varð gjørd, hvat sagt varð.
Hvørji púra óviðkomandi fólk, útvarpsmaðurin skuldi vart, so Blaðmannafelagsformaðurin ikki slapp at leggjast á tey, eigur Jenis av Rana at greina nærri.
Kjarnin og tann »itiligi« sannleikin í hesum máli er, at bara tú kanst blanda Várharra og eitt rímiliga stórt mál av religión upp í tað, tú tekst við, er einki óført. Tú kanst mestsum føra teg fram, sum tær listir. At kalla eingin torir at mótmæla av ótta fyri at verða lagdur undir heiðinskap, og at mótarbeiða Kristusi og Ísrael. (Nú seinast eisini USA og George Busch).
Hinvegin verður ikki fírt fyri at brúka Várharra til at føra seg fram í verðsligar maktgirnd. Og Guð náði tann, sum talar at, hóast nógv eru, sum vilja. Grundin til, at tey ikki gera tað, er tann sama oman fyri nevnda.
Men tað verður hervið gjørt. Eisini í framtíðini. Og eg kann vissa Jenis av Rana um, at so mikið væl eru vit báðir, Várharra, at hetta tekur hann mær ikki illa upp.
Høvdu fleiri enn færri minst til at givið keisaranum sítt og Várharra tað, sum hansara er ? og hildið tað atskilt, tá tað er neyðugt ? stóð kanska ikki verri enn illa til.