Hesin peningur hevði komið væl við í dag!
Jenis av Rana gremur seg í miðlunum um tað, hann kallar metoyðsl hjá landsstýrimonnunum í fíggjarmálum og uttanríkismálum, sum ávikavist hava sett nýggja nevnd í Húsalánsgrunnin og verið eina túr í USA. Hetta skal vera prógv um, at tað er ikki av peningamangli, at ABC-samgongan rekur ein skerdan sosialpolitikk.
Svikagerðin
Men helst er tað ringa samvitskan hjá Jenisi, sum er orsøkin til, at hann loypir á ABC-samgonguna ístaðin fyri at ganga í seg sjálvan. Tað var hann sjálvur, sum stuðlaði Karsteni Hansen, táverandi fíggjarmálaráðharra og núverandi miðflokkatinglimi, Anfinni Kalsberg, táverandi løgmanni, Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisins og Helenu Dam á Neystabø, táverandi formanni Sjálvsstýrifloksins, í svikagerðini móti Føroya fólki, tá ið nógvu yvirtøkurnar blivu gjørdar í 2001.
Kostar okkum 4 mió. kr. um dagin – hvønn dag
Hesar yvirtøkur hava kostað føriska samfelagnum 1 millión krónur um dagin umframt suspenderaða prísvøksturin líka síðan tá, soleiðis, at hetta tal nú er komið upp á kr. 580 mió. kr. árliga – hvørt ár.
Hetta er tað, økonomar kalla fruminntøka, og sum hevur tað við sær, at peningurin hevur virknað 2½-3 ferðir, við tað, at peningurin, tá ið hann verður brúktur av tí almenna til lønir o.a., kemur innaftur einaferð enn sum skattur og avgjøld, og aftur enn einaferð, tá ið hesin peningurin so aftur fer út í umferð osfr., osfr. Sostatt eigur Jenis av Rana sjálvur sín leiklut í megametinum í peningaoyðsli, sum nú kostar okkum føringum meir enn 1.500 mió. kr. árliga ella 4 milliónir krónur um dagin – hvønn dag. Ei undur í, at Jenis hevur ringa samvitsku!
Rennur undan ábyrgd
Nú veit eg væl, at Jenis hevur sagt, at hann atkvøddi ikki fyri blokkniðurskurðinum, og tað er eisini rætt, men hann atkvøddi bæði við 2. og 3. viðgerð fyri yvirtøkunum, sum kostaðu blokkniðurskurðin – skilji tað, hvør ið skilja kann (sí logting.fo > tingmálini 1997-2006 > gamla heimasíðan > tingmál > leita > leita í tingtíðindum > løgtingsmál eftir ári > vel ár 2001 > mál nr. 5 > H. 3. viðgerð > skrolla niðast 3. viðgerð > 19-0-10 > Miðflokkurin Jenis av Rana Tast. nr. 26 ”Ja”).
Sostatt rennur Jenis framvegis undan ábyrgdini, sum hann saman við loysingarsamgonguni hevur pádrigið okkum føringum – bæði tær og mær og øllum teimum veiku, øllum teimum sjúku og ikki minst øllum teimum ungu. Jenis! Matt. 7,3.